Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Miðstaðarøkið nógv yvirumboðað í Framsókn og á vinstravonginum

Jóhann Lützen

Í Framsókn koma heili 80% av valevnunum úr Suðurstreymoy, og Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava báðir latið fleiri enn 50% av valevnunum til fólkatingsvalið koma úr Suðurstreymoy – hóast einans gott 40% av íbúgvunum búgva har. Í Sambandsflokkinum stendur á einari góðari leið til við økisumboðanini, meðan Fólkaflokkurin er farin í hina grøvina.

Fleiri flokkar hava verið alment frammi, seinast í Degi og viku týsdagin 11. oktober, og sagt, at teirra flokkar raðfesta javnstøðu ovarlaga. Hetta “prógva” t.d. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi við at stilla 13 fólk upp, harav antin 7 ella 6 valevni eru kvinnur, og hini 6 ella 7 menn. Og ikki eitt ilt orð um tað! Men tá tað kemur til at lata tey ymisku økini í landinum verða umboðað, sær tað alt annað enn vakurt út – og tað í flestu flokkum. Miðstaðarøkið er sterkt yvirumboðað á fleiri uppstillingarlistum, og Kringvarpið starir seg púra blint upp á kynsjavnstøðu og gloymir at viðmerkja vantandi økisjavnstøðuna.

Í Føroyum búgva sambært Hagstovuni 54.081 fólk (10. oktober), og av teimum búgva so 21.968 í Suðurstreymoy. Umroknað til prosent merkir tað, at 40,7% av íbúgvunum búgva í Suðurstreymoy. Skuldu vit havt økis-javnstøðu á uppstillingarlistunum, hevði tað merkt, at býtið av valevnum skuldi verið á leið 40/60 millum ávikavist miðstað og útjaðara. Norðlýsið hevur hugt at, hvussu flokkarnir liva upp til tað.

Vit byrja við tí grellasta døminum:

1) Framsókn – 80% úr miðstaðarøkinum

Framsókn hevur stillað hesi upp til fólkatingsvalið:

Bjarni Kárason Petersen, Tórshavn
Karlot Hergeirsson, Argir
Ruth Vang, Tórshavn
Súsanna Olsen, Tórshavn

Hanna Jensen, Norðragøta

Her eru 4 av 5 valevnum úr Havn og Argjum, svarandi til 80%. 20% eru úr restini av landinum, í hesum føri úr Eysturoynni.

Framsókn hevur onki valevni úr Norðoyggjum, Norðstreymoy, Vágum, Sandoy ella úr Suðuroy.

 

2) Javnaðarflokkurin – 61,5% úr miðstaðarøkinum

Javnaðarflokkurin hevur stillað hesi upp til fólkatingsvalið:

Aksel Vilhelmsson Johannesen, Hoyvík
Barbara Gaardlykke Apol, Tórshavn
Bjørg Dam, Tórshavn
Djóni Nolsøe Joensen, Tórshavn
Ingilín Didriksen Strøm, Velbastaður
Jóan Pauli Dahl Jacobsen, Tórshavn
Kristianna Winther Poulsen, Hoyvík
Sjúrður Skaale, Tórshavn

Bjarni Hammer, Tvøroyri
Eyðgunn Samuelsen, Klaksvík
Jóhannis Joensen, Miðvágur
Henrik Old, Vágur
Sigrið Sámalsdóttir Hentze, Sandur

Her sæst, at eisini Javnaðarflokkurin fyrst og fremst hevur verið úti um seg í Havn at rekruttera valevni. Flokkurin stillar 8 fólk úr Suðurstreymoy upp og einans 5 uttanfyri Suðurstreymoy. Í prosentum er tað 61,5% úr Suðurstreymoy og 38,5% uttanífrá, tað vil siga tað øvuta býtið av idealinum, skuldu vit havt økis-javnstøðu.

Eisini sæst her, at Javnaðarflokkurin als onki umboð hevur úr Eysturoynni ella Norðurstreymoy á listanum.

 

3) Tjóðveldi – 53,8% úr miðstaðarøkinum

Tjóðveldi stillar hesi upp til fólkatingsvalið:

Annita á Fríðriksmørk, Hoyvík
Beinta Løwe, Tórshavn
Bjørt Samuelsen, Tórshavn
Hervør Pálsdóttir, Tórshavn
Høgni Hoydal, Hoyvík
Liljan Weihe, Tórshavn
Magni Arge, Tórshavn

Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen, Vágar
Ingolf Sólheim Olsen, Sørvágur
Jóhan Christiansen, Leirvík
Kristian Oskar Henriksen, Sandur
Rógvi Nybo, Hósvík
Sirið Stenberg, Vágur

Her teknar seg sama mynd sum í Javnaðarflokkinum, tó eitt vet frægari: Av teimum 13 uppstillaðu fyri Tjóðveldi eru 7 úr antin Havn ella Hoyvík, meðan einans 6 eru stillað upp kring landið. Tað gevur 53,8% úr Havn/Hoyvík og 46,2% kring landið.

Tjóðveldi stillar als onki umboð úr Norðoyggjum upp, meðan hini fyrrverandi valdømini eru umboðað.  

 

4) Sambandsflokkurin – 29,4% úr miðstaðarøkinum

Sambandsflokkurin hevur stillað hesi upp til fólkatingsvalið:

Anna Falkenberg, Hoyvík
Jensia Højgaard Kjærbæk, Tórshavn
Johan Dahl, Tórshavn
Kaj Leo Holm Johannesen, Tórshavn
Petrina Berg á Lag, Hoyvík

Bárður á Steig Nielsen, Vestmanna
Edva Jacobsen, Fuglafjørður
Erhard Joensen, Vágur
Eyðdis Hartmann Niclasen, Miðvágur
Frimodt Rasmussen, Klaksvík
Hanna Ovadóttir, Haraldssund
Haraldur Símunarson Hammer, Hvalvík
Helgi Abrahamsen, Strendur
Jaspur Langgaard, Nes
Magnus Rasmussen, Lamba
Rósa Samuelsen, Sandavágur
Sámal Hanni Lognberg, Skopun

Sambandsflokkurin hevur sostatt 5 av 17 valevnum úr miðstaðarøkinum, svarandi til 29,4%. Hini 71,6%’ini eru úr økjunum uttanfyri miðstaðarøkið.

Sambandsflokkurin er tann einasti flokkurin, har øll 7 økini í landinum eru umboðað (fyrivarni verður her tikið fyri, at Miðflokkurin enn ikki hevur fráboðað uppstilling).

 

5) Fólkaflokkurin – 22,2% úr miðstaðarøkinum

Fólkaflokkurin hevur stillað hesi upp til fólkatingsvalið:

Christian Andreasen, Tórshavn
Sólvit Emilsson Nolsøe, Tórshavn

Árni Skaale, Klaksvík
Beinir Johannesen, Klaksvík
Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, Klaksvík
Jacob Vestergaard, Akrar
Jógvan á Lakjuni, Fuglafjørður
Jørgen Niclasen, Sørvágur
Uni Rasmussen, Norðragøta

Sostatt hevur Fólkaflokkurin 2 av 9 valevnum úr Suðurstreymoy, svarandi til 22,2%, meðan 7 ella 77,8% koma úr øðrum økjum.

Fólkaflokkurin hevur onki valevni úr Norðstreymoy ella Sandoy.

 

Fyrivarni skal her takast fyri, at upplýsingarnar um bústað hjá flestu valevnunum eru frá 2019. Hædd er ikki tikin fyri, at okkurt valevni kann vera flutt millum øki síðani.

Nú spyr helst onkur eftir Miðflokkinum, men blaðnum kunnugt er valevnislistin hjá Miðflokkinum til fólkatingsvalið ikki kunngjørdur enn. Sjálvstýri hevur fráboðað, at flokkurin ikki stillar upp til fólkatingsvalið í ár.

Harleyfacadeacryl