Kvinnukvøld verður í hølunum hjá Norðoya kvinnufelag á Bøgøtu 3.
Týskvøldið 25. oktober kl. 19.00 skipar Norðoya kvinnufelag fyri kvinnukvøldið. Á skránni er ein jaligur, lættur og til tíðir stuttligur fyrilestur undir heitinum ’’Styrkin við at vera øðrvísi’’ hjá Niclas Hera Jákupssyni. Eisini syngur hann onkrar av sínum nýggjastu sangum, ið ikki hava verið alment frammi áður. Kostnaður 100 kr og lagt verður upp til at hava stokkar við. Øll eru vælkomin, hóast skráin kanska serliga rakar kvinnur.



