Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Skála vann steypafinaluna fyri U13 gentur

Oliver Joensen

Væl av áskoðarum høvdu leitað sær til Tórsvøll í kvøld, har dysturin bleiv leiktur. Skála gentur fóru avstað við gullinum, so KÍ genturnar máttu taka ímóti silvurinum. Men genturnar fingu eina fatan av hvussu hátíðarligt tað er, tá tey vaksnu, kvinnur og menn, leika avgerðandi dystur. FSF hevði skipað fyri at í kvøld var bæði innmarsjur, myndatøka, tjóðsangur og upplestur í hátalarunum av nøvnunum á øllum U13 gentunum. Dysturin endaði við einum uppibornum 3-0 sigri til Skála.