Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Flúgvarin, Norsaq árendur

Dávur Winther

Air Greenland skrivar, at flúgvarin frá syðra Streymfirði, sum skuldi til keypmannahavnar í dag, bleiv illa skaddur.

Talan er um ein Airbus A330-200 hjá Air Greenland, sum er atlantflúgvarin, kallaður Norsaq, ið bleiv so illa árendur í dag av einum ”trappubili”, at tann eini vongurin varð so illa skaddur, at flúgvarin er ”groundaður” – hevur fingið flogbann í minsta lagi eina viku!

Flúgvarin skuldi lætta við 210 ferðafólkum umborð, teirra millum onkrum føroyingum úr Kangerlussuaq (Søndre Strømfjord) kl. 13.55. Men bráðliga vórðu øll fólkini biðin um at forláta fúgvaran, tí vongurin hevði fingið stóran skaða av stoytinum.

Nú verður arbeitt við at leiga annað flogfar til ferðafolkini í dag og í morgin – men annars at finna eina meira varðandi loyst við leigiflogfari, til Airbus A330-200 er liðugt umvældur, sum kemur at taka rúma tíð.

Air Greenland harmast støðuna og vónar, at ferðafólkini kunnu bera yvir. Men tað er nógv, sum týðir uppá seinkingar í eina tíð, vegna óhappið.