Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Movember: Vinnarin funnin í morgin

Jóhann Lützen

Luttakandi verða biðin um at senda inn mynd í seinasta lag í dag. Útbúgvin barbér er dómari og finnur flottasta yvirskeggið

Norðlýsið hevur skipað fyri Movember kapping í ár. Vit skilja at nakrir luttakarar eru og vóna vit at fáa fleiri myndir sendar inn. 

Seinastu nógvu árini hevur eitt alsamt vaksandi átak gjørt seg galdandi, sum hevur til endamáls at varpa ljós á heilsuna hjá mannfólkum. Heilsuligu trupulleikarnir hjá mannfólkum, sum eru í fokus hesar dagarnir eru krabbamein og sálarligir trupulleikar.

Í hesum sambandi skipar Norðlýsið fyri einari kapping, har í tað flottasta yvirskeggið verður funnið tann 30. Movember.

Fyri at vera við í kappingini, verða luttakarir bidnir um at senda eina sjálvmynd(selfie) til Norðlýsið á info@nordlysid.fo  tann 30. Movember, og soleiðis finna vit fram til tey flottastu yvirskeggini.

 

Evoke letur vinning

Góður vinningur frá Evoke verður latin til tey flottastu/stuttligastu yvirskeggini. 

Mannagongdin fyri at vera við er einføld: Tann 1. Movember rakar tú alt skeggið vekk, og síðani heldur man yvirskeggið viðlíka fram til 30. Movember, ímeðan man rakar restina vekk. Joan Vágsheyg frá Evoke er útbúgvin barbér og er dómari. 

Meira um Movember-felagsskapin kann lesast her: https://eu.movember.com