Sýningarnar eru umráðandi og eru við til at lyfta góðskuna á seyðunum og seyðahaldinum annars. Tá ið so veðrið var av tí fagrasta, sum tað var í gjár, er talan um sannan høgtíðsdag.
Seyðasýninging, sum var fyri alla oynna, var í tveimum høgligum seyðahúsum – í Seyðstovu hjá Erik Eliasen og í seyðahúsinum hjá Blankskálagarðinum.
Har vóru 57 lomb og 9 veðrar við – úr 18 hagapørtum til sýningina.
Sýningin tekur drúgva tíð, stóran part av degnum og vóru tað Zachrias R. Jakobsen úr Leynum, Kjell Nattestad úr Miðvági, Jens Ivan í Gerðunum úr Vestmanna og Ari Johannesen úr Kvívík, sum vóru metingamenn á Syðradali í gjár.
Tað, sum teir leggja seg eftir, er m.a. mát á mjóryggi, bringumát, renningin á hornunum, føturnar, ullin og so annars eina heildarmynd av seyðinum.
Meðan alt hetta gongur fyri seg, eru nógv fólk til staðar. Tó eru menninir fámæltir og tað tykir, sum tað stendur nógv uppá spæl.
Úrslitini – Eldri veðrar:
Nr 1 Kallsgarður v/ Jóhannus Kallsgarð
Nr 2 Djúpidagur v/ Eyðun Eliasen
Nr 3 Galvurin v/ P. J. Svarvadal
Veturgamlir veðrar:
Nr 1 Fyri Heiman v/ Jóhannus Kallsgarð
Nr 2 Kallsgarður v/ Jóhannus Kallsgarð
Nr 3 Kambur Eystari v/ Sámal P. í Grund
Verðagjólingar:
Nr 1 Blankaskálagarður v/ Bjørn Kalsø
Nr 2 Kallsgarður v/ Jóhannus Kallsgarð
Nr 3 Teisturðshagi v/ Andrias Eliasen
Hagapartar:
Nr 1 Kallsgarður v/ Jóhannus Kallsgarð – 5 seyðir miðaltal: 18,80
Nr 2 Vestari Kambur v/ Óli Jógvanson – 2 seyðir miðaltal: 18,34
Nr 3 Teisturðshagi v/ Andrias Eliasen – 3 seyðir miðaltal: 17,77

































