Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur bleiv við sínum 309 persónligu atkvøðum í Klaksvík toppskorari í Klaksvík til fólkatingsvalið. Samanlagt fyri alt landið bleiv tað til 572 atkvøður og rakk tað til eitt samlað 4. pláss á listanum hjá fólkaflokkinum.
(grein úr blaðnum)
Hóast stóru afturgongdina hjá fólkaflokkinum uppá 8,5% samlað, so bleiv fólkatingsvalið besta persónliga valið nakrantíð hjá Elsebeth. Í mun til seinasta fólkatingsval, bleiv talan um eina framgongd uppá knapp 30 %. Sæð í ljósunum av nógva prátinum um javnstøðu í uppstillingini hitti Norðlýsið hana til eitt prát.
Ja, tað er rætt, at hóast stóru afturgongdina hjá fólkaflokkinum, so bleiv hetta mítt besta persónliga val nakrantíð. Tað eri eg sjálvandi ovurfegin um og sera takksom fyri og vil enn einaferð nýta høvið at takka øllum hesum 572, sum atkvøddu fyri mær persónliga. Eg havi fingið atkvøður kring alt landið, og tað seti eg stóran prís uppá.
Vit spurdu Elsebeth um orsøkina til góða persónliga úrslitið hjá henni, hóast stóru afturgongdina hjá fólkaflokkinum. Elsebeth sigur, at hon altíð ger eitt stórt arbeiði, tá val er . Tá eg fari á vøllin, so er tað fyri at fáa eitt gott úrslit og vinna. Eg havi tó eisini nøkur ítøkilig úrslit at vísa á.
Nøkur av avrikunum
Fólk fylgja tíbetur væl við og eg rokni við, at tey síggja úrslitini av mínum arbeiði, og løna mær fyri tað eisini, hóast talan er um eitt fólkatingsval.
Bara fyri at nevna nøkur av ítøkiligu úrslitunum eg náddi sum landsstýriskvinna í góð 2 ár á almanna- bústaðar- og javnstøðumálum kann eg nevna Skálagarð, sum er fyrsta av sínum slag í Føroyum – eitt heim til fólk við seinheilaskaða.
- Mýran, nýggja sambýlið á Mýruni í Hoyvík, sum verður klárt at taka í nýtslu skjótt
- Nýtt Bú- og umlættingarheim til børn og ung við autismu verður í løtuni bygt á Argjum
- Dagtilhald fyri minnisveik undir 67 ár komið á Glyvrum
- Jústabrekka í Klaksvík, eitt nýbrot innan bú- og viðgerðarstovnar
- Bústaðarpakkin, sum gav bústøðum heimild at læna 450 mill til at byggja bústaðir fyri
Trúgvi nógv seta prís uppá, at flokkurin raðfestir hesi økini.
Hava raðfest bleytu virðini ovarlaga
Í hesum valskeiðinum hava vit so dyggiliga fingið prógvað, at fólkaflokkurin sanniliga raðfestir sokallaður bleytu virðini ovarlaga. Ongum nýtist at velja aðrar flokkar fyri at fáa bleytu virðini raðfest ovarlaga. Ongantíð áður er so nógvur peningur avsettur til heilsu- og almannamál. Vit kunnu siga, at vit hava yvirhálað javnaðarflokkin innanfyri á hesum økinum sigur Elsebeth við einum skálkabrosi.
Etisku málini
Norðlýsið spurdi eisini Elsebeth um stríðið um tey etisku virðini kann hava havt týdning fyri vali, bæði negativt og positivt. Tað veit eg ikki rættiliga, men møguliga hevur tað spælt inn. Eg havi íhvussu er altíð staðið føst við míni grundvirðir á tí etiska økinum. Tað fari eg ikki at krógva burtur , og tað fari eg framhaldandi altíð at gera.
Tá tað so er sagt, so vil eg skunda mær at leggja aftrat og leggja dent á, at tað sanniliga eisini er eitt av mínum grundvirðum, at vit ikki hava loyvi til at fordøma onnur. Tað hoyrir ikki okkum til. Vit liva tíbetur í einum frælsum og demokratiskum landi við skrivi-/ talu- og trúarfrælsi og kunnu siga okkara meining, men vit skulu ikki fordøma onnur.
Avrikssamgonga á mongum økjum
Socialistiskur oyðimarkarpolitikkur steðgaður
Eftir 4 ára oyðimarkargongd í fiskivinnuni undir undanfarnu socialistisku samgonguni, hava vit skapt tryggar karmar til okkara fiskivinnu. Úrslitið er, at fleiri nýggj skip eru komin í fiskiflotan og onnur eru á veg. Vit eru á veg fram í oddin aftur.
Meir til pensionistar
Í hesum borgarliga samgonguskeiðinum fáa pensionistar væl hægri upphæddir útgoldnar. Í 2023 fer ein stakur pensjónistur at fáa 1.625 kr meira útgoldið um mánaðin enn áðrenn henda borgarliga samgongan tók við. Ein giftur pensjónistur fer at fáa 1.568,- kr meira útgoldið um mánaðin enn áðrenn henda borgarliga samgongan tók við. Tað vil siga, at eini hjún fara at fáa kr 3. 136 meira tilsaman útgoldið netto, enn táið vit tóku við.
Samferðsla og skúli
- Nýggir Tunlar Norður um fjall og tunnil til Famjins verða gjørdir
- Byrjað er at byggja nýggjan húsarhaldsskúla
Vónir til løgtingsvalið
Spurd um vónirnar til komandi løgtingsval, svaraði Elsebeth, at vónirnar mugu vera góðar. Vit hava jú besta politikkin og mest av øllum, so hava vit nógv góð úrslit at vísa á. Tað er ikki bara prát og rokniørk. Hendan samgongan hevur avrikað stórmál, og vit ætla at avrika meir, um veljarin loyvir tí.
Á seinasta løgtingsvali blivu vit størsti flokkur á tingi. Tað var ikki uttan orsøk. Fólkið sá, at socialistiski oyðimarkarpolitikkurin førdi ongan veg. Fiskiflotin var blivin afturútsigldur og vinnan føldi seg ótrygga við støðuna. Ongin tordi at gera íløgur. Vit vendu keðiligu gongdini.
Men tá tað gongst væl í samfelagnum, og tey borgarligu hava fingið samfelagið í gongd aftur, og fólk byrja at tjena pening, tá eydnast ofta socialistunum at koma innaftur við at tosa um órættvísi og ójavnt býti. Tað hava vit sæð fyrr. Socialistar síggja reytt, um nakar tjenar pengar. Tað skal sum mest inn í landskassan til umfordeiling. Tað drepur allan virkishug.
Nú ræður um at samla allar góðar kreftir í flokkinum og sláa ring um flokkin. Vit hava enn sum áður besta politikkin á øllum økjum, og vit mugu fáa góða politikkin í fokus. Vit hava tað bestu vøruna og skulu duga at selja hana. Vit ynskja ein tryggan grundvøll at byggja okkara vælferðarsamfelag á.
Vit skulu framhaldandi verða stórsti flokkur á tingi
Vit mugu bara viðurkenna, at vit høvdu eitt vánaligt fólkatingsval, men vit eru enn stórsti flokkur á tingi og tað skulu vit framhaldandi verða eftir komandi løgtingsval. Vit mugu nú samla allar góðar kreftir í flokkinum og hyggja frameftir til komandi avbjóðingina, sum er løgtingsvalið. Um øll, sum taka undir við okkara politikki, standa saman um flokkin og velja fólkaflokkin so vinna vit, tí vit hava besta politikkin og Føroyar hava brúk fyri okkara politikki.
Vit hava livað upp til álitið, sum flokkinum varð víst á seinasta løgtingsvali. Eg vóni og vænti, at veljarin minnist tað til komandi løgtingsvali, og ikki letur seg tøla.



