Kl. 20 í kvøld letur upp nýggjur nethandil hjá Well.
Well lat upp á fyrsta sinni á Klaksvíkasvegi 6 – í mars 2010 við barnahandli, sum hevði alskyns barnaklæðir. Seinni fingu tey eisini umboð fyri kendar barnavognar.
Í 2017 keypti Joan Øregaard, sum er leiðari av Well, handislhúsini á Klaksvíksvegi 58, har hon víðkaði um handil sín við kendum og góðum barnaklæðum.
Joan hevur oftani brotið upp úr nýggjum og fyri nøkrum árum síðan, tá ið kanska nethandlar ikki vóru so vanligir, lat hon upp nethandil.
Nú ger Well enn eitt nýtt sats við rættiliga stórum nethandili. Hesin nýggi nethandilin hjá well.fo verður nethandilin latin upp í kvøld kl. 20.
Í sambandi við, at hesin nýggi nethandil letur upp, eru fleiri góð tilboð at gera gagn av.
Her er leinkjan til well.fo








