Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eirikur stillar upp fyri Tjóðveldisflokkin

Eirikur í Jákupsstovu

Mann kann bara stilla upp fyrstu ferð í politikki eina ferð. Hjá mær sær tað út til at blíva nú, tí í morgin fer nevndin í Norðoya Tjóðveldisfelag at skjóta meg upp sum valevni til útskrivaða løgtingsvalið.

At dagurin fór at koma, at eg fór at stilla upp í politikki, kemur nokk ikki ordiliga óvart á nakran, sum kennir meg, men útskrivingin av valinum hesa ferð kom tó nakað brádliga.

Eg stilli upp, tí eg haldi meg hava hugsanir, sum umboða nøkur fólk í Føroyum, ið seinastu árini ikki hava havt eina nøktandi umboðan í politisku skipanini.

Tað vil eg fegin brúka mínar førleikar til, og tí vóni eg inniliga at røkka nóg nógvum atkvøðum til at koma upp um tinggáttina, saman við vónandi nógvum øðrum góðum fólkum á lista E.

 

Harleyfacadeacryl