Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nordic Music Days í Íslandi – við luttøku úr Klaksvík

Jóhann Lützen

Nordic Music Days er árligt tiltak yvir fleiri dagar við nýggjum tónleiki innan klassiska økið. Síðsta ár var tiltakið í Føroyum og næmingar úr Klaksvíkar Tónlistaskúla tóku lut saman við danska tónaskáldinu Ragnhild May.

Í ár var tiltakið í Íslandi. Fleiri úr Føroyum vóru við, millum onnur Simona Eivindsdóttir úr Klaksvík. Simona hevur spælt í Klaksvíkar Tónlistaskúla í nógv ár, og er eisini virkin sum celloleikari í strúkarabólkinum Arcodrós. Harafturat skrivar hon tónleik , og ein strúkikvartett úr bólkinum Aldubáran framførdi eitt verk hjá Simonu í Íslandi.

Á myndini eru nakrir av luttakarunum úr Føroyum, m.a. Simona og systirin Maiken, sum eisini spælir violin í bólkinum Arcodrós.