Á myndini fáa tríggir menn á Stongunum, sum eg minnist so væl frá mínum uppvøkstri, sær eitt prát. Nú er teir allir eru deyðir.
Menninir eru frá vinstru: Jóan Jakku Andreasen ella Jóan Jakku hjá Hildu, Jóannes Mikkelsen og Martin Nielsen. Jóan Jakku var vaktarmaður á Stongunum og seldi agn og bensin, meðan hinir báðir arbeiddu á Heilsøluni hjá Kjølbro.
Menninir sita ella standa við tann norðasta endan, har sum gamli gamli handilin hjá Kjølbro á Stongunum stóð. Júst á hasum staðnum rakti eg nógvar línur hjá pápa, tí har lívdi so væl móti lágættini.
Eg rokni við, at myndin er tikin onkuntíð miðskeiðis í 1980-unum. Jóan Jakku hjá Hildu var føddur í 1915, so har hevur hann verið um 70 ára gamal.
Jóan Jakku doyði í 1989, 74 ára gamal, Martin í 2019, 87 ára gamal og Jóannes í 2021, 59 ára gamal.



