Her leggur Lítlibátur inn móti lendingini undir Hálsinum í Mikladali, meðan postbáturin Barsskor liggur útifyri. Í bakskutinum á Barsskor situr Meinhard Joensen (Meinhard hjá Skós) og heldur eftir, meðan Torfinn Dahl situr í framskutinum, og skal hjálpa einum manni upp á land. Maðurin í ljósa hattinum uppi á landi kundi verið Sámal Sørensen, suðuri í Húsi í Mikladali.
Tey fyrstu árini, eg minnist, hevði Barsskor ein lítlan bát hangandi afturrút, sum teir brúktu til at rógva í land við í Mikladali og á Trøllanesi. Hesin báturin var serliga sterkt smíðaður til endamálið. Men um ikki bar til at brúka Lítlabát, varð hann sleptur úti á fjørðinum, meðan Barsskor legði inn móti lendingini. Har vórðu postur og vørur stjóraðar upp á land, meðan t.d. dunkar við mjólk vórðu tiknir umborð. Tá teir vóru lidnir, sigldu teir eftir Lítlabáti, sum aftur varð festur har afturi á Barsskor.
Teir brúktu Lítlabát við Barsskor fram til 1975, men aftaná tað høvdu teir hann bara við onkra hendinga ferð. Tað vóru onkrar hendingar við Lítlabáti, har tað kundi gingið galið, men tíbetur hendi ongantíð fólkaskaði. Ta einu ferðina í Mikladali kom endin á Lítlabáti um skrúvuna á Barsskor, meðan fólk vóru í bátinum, men tíbetur fingu tey bjargað sær umborð aftur á postbátin, áðrenn nakar skaði hendi. Eina aðra ferð koppaði Lítlibátur á veg inn móti Stígnum á Trøllanesi fullfermdur av fóðri, men tíbetur stóðst heldur ongin skaði av hesum tá ferðina.



