Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Líðhamar góðan túr í nátt

Oliver Joensen

Tað hevur verið rættuligt “píningaveður” hjá útróðrinum nú, ja í alla vikuna sum fór, og tað sær lítið mætari út fyri vikuni sumkemur, harafturat harðnar streymurin. Janus Sørensen, skipari á Brandi, sum rør út frá Hvannasundi letur sera illa at: Vit hava mist alla seinastu viku fyri veður, og frameftir sær lítið mætari út, landsynningur og eystan duga ikki her hjá okku, segði hann í samrøðu fyri løtu síðani.

Í morgun hevur Líðhamar avreitt 12.600 pund til Fiskamarknaðin, tað má sigast at vera ein sera góður útróðrardagur. Vit vóru á støð og fingu at vita, at umleið ein fimtingur var toskur í meðan stóri parturin var hýsa og eitt sløð av øðrum.

Norðsøki avreiddi leygardagin 6.400 pund, men var ikki úti í nátt. Stakkavík hevði 6.800 pund í morgun.