Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Barnafamiljan í fokus – ítøkiligar ætlanir

Jóhann Lützen

Trýstið á barnafamiljurnar hevur ongantíð verið størri, og tískil skulu vit betra um umstøðurnar hjá barnafamiljunum. Her skulu ítøkiligar ætlanir til. Vit í Fólkaflokkinum hava víst, at vit vilja tað í verki, tí vit hava lagt tey neyðugu lógaruppskotini fram. Um tú gevur mær títt álit, so fari eg at arbeiða fyri at leggja hesi uppskot fram:

Hækka barnafrádráttin
Hækka hámarkið fyri barsilsútgjald
Familjan skal sjálv avgera hvussu stovnpláss og barsilstíðin verður brúkt
Broyta skattastigan, soleiðis at meira liggur eftir

Hetta eru ítøkiligar ætlanir, sum betra um umstøðurnar hjá barnafamiljunum. Far tí á val og set X við Una Rasmussen.
Gott val!

Uni Rasmussen
Valevni hjá Fólaflokkinum