Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Jólatrøini í Kalsoy

Tekst og myndir: Dávur Winther

Í kvøld vórðu jólatrøini í Kalsoynni tendrað og var blíðskapurin óførur í øllum bygdunum.

Hetta er ein serligur dagur fyri allar bygdirnar – Hetta er einasti dagur í árinum, at horntónleikur er at hoyra í øllum bygdunum.

Uttan at samanlíkna, sum ikki ber til í hesum føri, so er tað sum á Ólavsøku, tó at tað er við hægstu jólatíð – so sera hugnaligt og fjálgt við horntónleiki, sum Klaksvíkar Hornorkestur stóð fyri og við røðu, sum Absalon Hansen, úr Norðnastovu í Mikladali, í ár stóð fyri. Farið var um alla oynna.

Á Syðradali varð tendrað kl. 17.45 – Boðið niðan í skúlan til drekkamunn aftaná

Jólatræið á Húsum varð tendrað kl. 18.15 – boðið karamellur og gott prát

Jólatræið á Trøllanesi varð tendrað kl. 18.50 – boðið karamellur og gott prát

Jólatræið í Mikladali varð tendrað kl. 19.30 – boðið inn í Avhaldsfelagshúsið til súpan og kaffi.

Jú, sum sagt, var blíðskapurin óførur og uppmøtingin góð í øllum bygdunum.

Hugnaligt prát og nógv ættarfólk á vitjan – Absalon hugleiddi so væl um sín ungdóm í skúlanum í Mikladali og um jólahøgtíðina, sum var gingið nógv uppí.

Eisini um samferðslu og hvat fekst til keyps hvar í oynni – Dunnu líktist honum einki á, tí tær vóru álíkar slamsúgvarum, sum suttlaðu, har ringast var.

Sanniliga hava hesar løtur við træið stóran týdning, og fáa tær hugin at reika – eisini um hvussu ferðasambandið var fyrr heldur enn nú, har man nú næstan í tíð og úrtíð bara kann ringja eftir SAM – við tilkalli…

Henda løtan við horntónleiki og røðu styttir um tíðina til og fløvar um til jólini.