Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík vann í Havn

Jákup Ósá

Hóast valstríðið koyrir uppá tað harðasta, so bleiv formaðurin í Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen, toppskjútti hjá Team Klaksvík.

Í fyrra gekk javnt á og í hálvleikinum bara bara eitt mál á muni. Í seinna hálvleiki var Team Klaksvík omaná m.a. við einum vælspælandi David Henigman í málinum. Team Klaksvík vann 26-21 móti Kyndil og hevur nú 9 stig fyri 8 dystir á 4. plássi. Saman við Beinir vóru Jóhan í Garðastovu og Nikolay Bliznov toppskjúttar við fimm málum í part.

Málskjúttar hjá Team Klaksvík: Beinir Johannesen (5), Jóhan í Garðastovu (5), Nikolay Bliznov (5), Vilhelm Vilhelmsen (4), Nikola Kedzo (3), Jura Fistonic (2), Jan Eli Ragnarsson og Jens Pauli Mohr.