Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

E og F: Hinir undirsjóvartunlarnir skulu rinda Suðuroyartunnilin

Jóhann Lützen

Á pallborðsfundi hjá Frihedsbrevet tóku forfólkini í tveimum flokkum, Tjóðveldi og Framsókn, undir við at tunnilsgjøldini til aðrar tunlar skuldu brúkast til at fíggja ein Suðuroyartunnil.

 

Spurningurin frá vertinum ljóðaði: “Skal tunnilsgjaldið til aðrar tunlar brúkast til at fíggja ein Suðuroyartunnil?”, og tá vóru tað bert forfólkini í Framsókn og Tjóðveldi, Ruth Vang og Høgni Hoydal, ið markeraðu, at tey tóku undir við tí.

Hesir “aðrir tunlar”, ið hava tunnilsgjøld, eru Norðoyatunnilin, Vágatunnilin og Eysturoyartunnilin.

Verturin spurdi eisini, um tað heldur skuldi vera so, at tunnilsgjøldini til Vágatunnilin og Norðoyatunnilin skuldu strikast, tá teir báðir tunlarnir eru afturgoldnir. Tá markeraðu Árni Skaale (Fólkaflokkurin), Helgi Abrahamsen (Sambandsflokkurin), Sámal Petur í Grund (Sjálvstýri) og Bill Justinussen (Miðflokkurin), at teir vildu hava tunnilsgjøldini strikað har.

Aksel V. Johannesen, ið umboðaði Javnaðarflokkin á sama pallborðsfundi, markeraði ikki til nakran av teimum báðum møguleikunum.

Harleyfacadeacryl