Í gjár blivu tvær veljarakanningar almannakunngjørdar, ein hjá Gallup fyri KvF og ein hjá Spyr.fo fyri Portal.fo. Hóast úrslitini kunnu tykjast ymisk at síggja til, vísir ein hagfrøðilig samanbering, at Gallup-kanningin váttar úrslitini hjá Spyr.fo.
Gallup hevur gjørt kanningina fyri KVF, sum hevur innsavnað data frá 536 vaksnum fólkum 1.-3. desember, meðan Spyr.fo hevur spurt fyri Portal.fo og savnað inn svar frá 800 vaksnum fólkum tann 5. desember. Óvissan í kanningini hjá Gallup er sambært KVF 3,4 %-stig, meðan óvissan í Spyr.fo varierar frá 0,9 %-stig fyri Sjálvstýri til 2,4 %-stig fyri Javnaðarflokkin. At óvissan er størri í kanningini hjá Gallup skyldast helst, at tey byggja hana á svar frá 536 fólkum í mun til tey 800 í kanningini hjá Spyr.
Tað er stórt sæð ógjørligt at manipulera kanningarnar hjá Gallup ella Spyr, tá báðir kanningarstovnar vektað svarini í mun til tað, sum svarpersónarnir valdu seinast. Sostatt skulu persónarnir lúgva fyri at manipulera, og tað gongur sannlíkt eins útyvir ymsu flokkarnar.

Í talvuni omanfyri havi eg sett úrslitini frá teimum báðum kanningunum inn í somu talvu saman við óvissunum í kanningunum báðum. KVF upplýsir frá Gallup fylgjandi um teirra óivssu: “Um til dømis 20% af svarpersónunum siga, at tey velja Fólkaflokkin, eru sannlíkindini 95% fyri at millum 16,6% og 23,4% av Føroya fólki velja Fólkaflokkin.” Talan er sostatt um eitt sonevnt konfidensinterval.
Samanber ein úrslitini í kanningunum báðum sæst, at Gallup-kanningin ikki kann brúkast til at avvísa hagfrøðiliga, at úrslitini hjá teimum 4 stóru flokkunum verða sum miðvirðini í kanningini hjá Spyr. Miðvirðini hjá hesum flokkum eru innanfyri konfidensintervallini í kanningini hjá Gallup. Hagfrøðiliga sæð er soleiðis lítil og ongin munur millum kanningarnar báðar, hóast journalistar kunnu brúka nógvar linjur og tíð upp á at vísa á, at miðvirðini eru ymisk í kanningunum báðum. Men hóast miðvirðini fáa umrøðu, so eru tey hvørki meira ella minni sannlík enn konfidensmørkini: Tað er 5% sannlíkindi fyri, at úrslitini verða uttanfyri hesi mørk, men onki kann sigast við vissu um sannlíkindini innanfyri.



