Tađ er ikki sørt hugstoytt at lesa viđmerking hjá okkar alra borgarstjòra í Klaksvík, Karl Johansen.Hóast hann er valdur borgarstjóri fyri okkum øll, so ger hann ikki mætari enn at svína Tjóđveldi og Javnađarflokkin til. Hann beinleiđis biđur fólk ikki velja hesar flokkar, tí teir eftir hansara tikkiđ, skulu eitast at minka um inntøkuna hjá kommununi.
Hetta er so langt úti og á so lágum støđi, at vit eiga ikki orđ.
Norđoya Tjóđveldisfelag og tess valevni hava fyri fáum døgum síđan bjarga Barentshavs flotanum, sum hansara egnu partamenn viđ Bárđi Nielsen á odda ætlađu at forkoma, og sendu tískil landi út í val í úrtíđ.
Leggjast kann aftrat, at tađ var viđ tjóđveldis borgarstjóra, at Norđhavnin bleiv gjørd. Stórsta kommunala vinnu framstig í nýggjari tíđ.
So Karl nýtist ikki at óttast Tjóđveldi ella nakran annan, men heldur seg sjálvan.
Vinarliga
Nevndin í Norđoya Tjóđveldisfelag



