Fyrstu tankarnir eru at veljarin velur frá heldur enn til, kvinnur eru framvegis ikki serliga ynsktar í løgtinginum og fólkaræði er flutt til havnar
Samgonga millum CEF liggur í luftini og sostatt valdi veljarin aftur samgonguna frá og andstøðuna til.
Veljarin hevur ikki stórt álit á kvinnum. Einans 10 av 33 vóru beinleiðis valdar.
Eina valdømi ger at fólkaræði flytir til havnar og løgtingið fyllist av einsrættaðum sentralistum.
Uppstillingarnar hjá Sambandsflokkinum og Tjóðveldisflokkinum í Norðoyggjum kostaðu teimum beinleiðis vald umboð.
Til lukku til øll tey innvaldu.




