Samrøða við nýggja KÍ-venjaran um m.a. hansara venjaraveg móti venjarastarvinum í KÍ, um
venjarafyrimyndir, tilgongd og málsetningar í KÍ.
(Grein úr tunnilsblaðnum)
KÍ setti fyri áleið tveimum vikum síðani nýggjan venjara, tá 42 ára gamli Magne Hoseth bleiv settur sum
venjari fyri 2023 og 2024. Magne er mest kendur sum leikari fyri feløg sum Molde, FCK og Vålerenga,
men síðstu árini hevur hann fyrireikað seg til at blivi høvuðsvenjari.
Tilvitað val
42 ára gamli Magne Hoseth hevur síðstu árini verið venjari, men hetta er fyrsta uppgávan sum
høvuðsvenjari. Tað er eitt tilvitað val, at hann byrjar nú.
– Eg havi verið øgiliga tilvitaður um, hvussu mín venjaragongd skal verða. Eg havi tikið tað róligt og í
rættari raðfylgju fyri at koma til tann møguleikan, sum eg fái nú. Hetta er eitt rætt val fyri meg sum
venjara. Míni mál samsvara væl til tey, sum KÍ hevur, sum er at verða eitt vinnarafelag. Tað hava verið
nógvar positivar afturmeldingar bæði innan- og uttanlands síðani tað bleiv alment, at eg bleiv
høvuðsvenjari hjá KÍ. Tað eru mong, sum fylgja við KÍ og tað eru mong sum fylgja við mær sum persóni.
So tað hevur verið positivt, sigur Magne Hoseth við Norðlýsið.
Ole Gunnar Solskjær gav íblástur
– Síðstu fimm árini havi eg arbeitt fulla tíð sum venjari, harav fýra ár sum hjálparvenjari í Kristiansund í
bestu norsku deildini. Eg havi lært nógv í Kristiansund, tí tað er eitt lítið felag við smáum tilfeingi, sum
ger, at man fær nógvar uppgávur og ikki bara er hjálparvenjari. So eg havi eitt gott grundarlag til at blíva
ein góður høvuðsvenjari, sigur hann.
Magne hevur arbeitt saman við nógvum góðum venjarum, bæði sum leikari og hjálparvenjari.
– Eg havi lært nógv av Christian Michelsen í Kristiansund, hvussu tað er at verða venjari. Tí hann hevur
havt meg við í nógvum avgerðum. Um tað eru sáttmálar, ferðingar ella matur. So eg havi fingið nógva
vitan um tað. Eg havi fingið íblástur frá nógvum venjarum, sum eg havi havt sum leikari. Man tekur jú tað
besta frá øllum. Ole Gunnar Solskjær gav íblástur í, hvussu man skal handfara ein til ein sambond. Mark
Dempsey var fantastiskur á venjingarvøllinum. Bob Bradley í Stabæk. Erik Brakstad lærdi meg alt um 4-
3-3. So eg havi havt nógvar góðar venjarar, sum eg havi lært nógv av og sum koma at síggjast aftur í
mínum máta at verða venjari uppá, sigur hann.
Hvussu nógv tilgongd kemur?
KÍ-viðhaldsfólk eru helst spent uppá, hvør tilgongd kemur til hópin. Seks royndir leikarar eru farnir, men
tað verða neyvan eins nógv tilgongd sum frágongd.
– Vit skulu hava tveir nýggjar málverjar. Síðani verður liðið helst styrkt við onkrum afturat, men tað verða
ikki stórar broytingar. Tí tað er ein hópur, sum hevur avrikað væl yvir tíð. Tá eg byrji í januar skal eg
longu hava eina mynd av verandi leikarum. Hvørjar styrkir teir hava og hvørjar veikleikar. Og tá vita vit
eisini betri, hvar vit hava brúk fyri styrki. So tá vit koma til fyrst í januar, so havi eg sett meg væl inní
viðurskiftini, sigur Magne Hoseth.
Seta sær stór mál
Magne Hoseth sigur at enda, at hjá KÍ gevur tað bara meining at seta sær stór mál.
– Tað verður defensivt ikki at siga, at man skal bjóða av og vinna meistaraheitið, tá man vann so greitt í ár.
So málið er at vinna meistaraheitið og steypakappingina. Og í Evropa er málið at koma í bólkaspæl, sum
einki føroyskt lið hevur megnað enn, sigur Magne Hoseth at enda við Norðlýsið.



