Onki er liðugt, fyrrenn alt er liðugt, segði ein navnframur viðoyingur, men sum Norðlýsið skilir tað, er Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, í spæli sum landsstýrismaður í samgongusamráðingunum millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn. Eisini siga keldur, at ikki øll í baklandinum eru so fegin um, at Javnaðarflokkurin samráðist við tveir høgraflokkar.
Vit skulu beinanvegin taka øll neyðug fyrivarni, men sum skilst er ætlanin, at Javnaðarflokkurin sum størsti flokkur skal hava 4 landsstýrisfólk. Aksel V. Johannesen er sjálvskrivaður til løgmanssessin, og so er ætlanin at hava javnstøðu, skilt á tann hátt, at 2 javnaðarkvinnur verða settar afturat, og so skal seinasti landsstýrismaðurin hjá Javnaðarflokkinum vera Sjúrður Skaale, sum í løtuni er fólkatingsmaður.
Tað ljóðar eisini, at nakað av ónøgd er við, at Javnaðarflokkurin samráðist við tveir borgarligar flokkar, og um tað ikki fær verið annarleiðis, so er eisini ónøgd við, at Djóni Nolsøe Joensen, ið gjørdist nummar trý til løgtingsvalið, verður forbígingin til frama fyri Sjúrði Skaale.
Setir Javnaðarflokkurin síni landsstýrisfólk á hendan hátt, t.e. við javnstøðu sum kriterium, einum sessi oyramerktum til Sjúrð Skaale, og annars eftir valúrslitinum, so verða landsstýrisfólkini Aksel V. Johannesen, Sjúrður Skaale, Ingilín Didriksen Strøm og Eyðgunn Samuelsen. Tá verða Djóni Nolsøe Joensen, Bjarni Hammer og Jóhannis Joensen “lopnir um” fyri at røkka javnstøðuni.
Nummar tvey hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingsvalinum var Ingilín Didriksen Strøm, og nummar trý er formaðurin, Aksel V. Johannesen, sjálvur. Tí má leitast heilt niður til nr. 4 fyri at finna varafólk fyri Sjúrð Skaale á Fólkatingi, og har finna vit Barbaru Gaardlykke Apol.
Verður hetta úrslitið, tá avtornar, koma Súsanna Bertholdsen, Kristianna Winther Poulsen og Hans Jacob Thomsen á Løgting sum føst varafólk fyri landsstýrisfólkini, meðan Barbara Gaardlykke Apol verður fast varafólk fyri Sjúrð Skaale.
Hetta er alt framvegis bert nevnt sum møguleikar og er á ongan hátt váttað sum endalig landsstýrismanning, skal sigast her til endans. Tað hevur ikki eydnast at fingið viðmerking frá Aksel V. Johannsesen í dag.



