Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ársaðalfundur 2022

Jóhann Lützen

Ársaðalfundurin hjá Føroya Skipara -& Navigatørfelag verður mikudagin tann, 28. dec 2022 á Hotel Hilton Garden Inn

Byrja verður við innskriving – morgunmati kl 09:30

 

 

Aðalfundarinnkalling

 

Kæri limur

Aðalfundurin hjá Føroya Skipara-& Navigatørfelag verður hildin, mikudagin tann 28. Desember. Vit byrja við innskriving og morgunmati kl: 09:30 á  Hilton Garden inn, Staravegur 13, Tórshavn.

§ 7

 Aðalfundur

 1. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki hjá FSN.

 2. Atkvøðurætt hava bert limir, ið hava goldið limagjald fyri viðkomandi ár.

Dagsskrá:

A. Val av fundarstjóra

B. Frásøgn frá formanninum um virki felagsins í farna ári

C. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi

D. Val av nevndarlimum

E. Val av grannskoðara

F. Ásetan av limagjaldi

G. Støðutakan til innkomin mál

H. Ymiskt

Hesaferð standa 6 nevndarlimir fyri vali. Um tú ynskir at velja við brævatkvøðu til nevndarvalið, so kanst tú venda tær til skrivstovuna, senda meyl til fsn@fsn.fo ella ringja til +298 316973.

Ein steðgur verður uml. kl. 12.00, tá atkvøðurnar frá nevndarvalinum verða taldar. Í døgurðasteðginum verður borðreitt við GÓÐUM ábiti.

Føroya Skipara- & Navigatørfelag gleðir seg, at síggja teg á aðalfundinum. Nevndin og starvsfólk ynskja tær og tínum kæru, eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár og vit takka fyri stuðul og gott samanhald í 2022.

P.S. Vit heita á teg, um at senda okkum tín teldupost bústað og fartelefon nummar til fsn@fsn.fo, so vit betri og skjótari kunnu samskifta og senda tær kunningarskriv.

Annfinnur Garðalíð, formaður

Harleyfacadeacryl