Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Biskupstorg spílar seg út leygardagin

Norðlýsið

Sum partur av Norðurjól hevur Biskupstorg veruliga spílað seg út leygardagin. Har verður tónleikur, skerpikjøtskapping og nissur. Harafturat fer torgið eisini at vera karmur um ymiskar Pop-up handlar.

 

 

Leygardagin 17. desembur

SKERPIKJØTSKAPPING

Bóndir og seyðaáhugaði lata kjøtið, Café Fríða bakar breyðið og 2. árs næmingar frá búskaparbreytini, borðreiða skerpikjøtstallerkar og jólabryggj, ið kunnu keypast fyri 75kr. Við einum bita av hvørjum kjøtið á tallerkinum, velja gestirnir hvør av kjøtbitunum smakkar teimum best, og atkvøða. Innkomna upphæddin fer óskerd til jólagávur til Barnaheimið.

 

Kl.14:00

Rani Nolsøe spælir nøkur løg.

 

Kl.15:00

Koma gestadómarnir Gutti Winther, Andras Sigmarsson Jacobsen og Oliver Joensen.

 

Kl.16:30

Verða atkvøðurnar taldar saman, vinnarin funnin og vinningurin frá Norðurjól og handlunum á Biskupstorginum verður handaður.

 

Kl.16:45

Syngja Asta Højgaard og Dávur á Reynatrøð sangin, sum Verjið Børnini lat gera: “Ein tú lítur á” Syngið við á jólum

 

Kl.17:00

Trína nissuklødd skúlabørn og jólaligir lærarar á pallin í Café Fríðu við fittum, hugnaligum og góðum jólasangum til børn og allar barnsligar sálir. Nissukassin gongur runt til innsamlan til jólagávur til børnini á Barnaheiminum.

 

Pop-up handlar:

Selma S: hondgjørdar smykkur og bundnarvørur
BJ-Design: trælist
Jóannis Kallsgarð: bóndamarkna oa.