Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skriðulop í Klakksvík

Hans Hendrik Mikkelsen

Sum flest okkara minnast hendi 18. sept. 2000 stórt skriðulop undan Kjølinum í Klakksvík har stórur skaði kom á okkurt húsið, men tíbetur ongin fólkaskaði.

 

Tá var nógv gjørt burtur úr og varð kanning sett í verk til tess at greina økið runt Klakksvík við atlitið til skriðuvanda.

Jarðfeingi saman við Roskilde Universitet kom í 2010 við frágreiðing við korti, sum bleiv løgd fyri Klakksvíkar Kommunu, íð vísti á hvar skriðulop kundi koma tá veðurlíkindini hátta seg sum júst í dag.

Borgarnir í Klakksvík eru ongantíð kunnaðir um hesa frágreiðing.

Óiva kundi okkurt av tí sum hendir í dag verðið fyribyrgt um henda frágreiðing hevði verðið løgd fram fyri borganar.

Tað skal tí verða mín áheitan á Klakksvíkar Býráð um at fáa lagt hesa frágreiðing við korti út á heimasíðu býráðsins.

 

Klakksvík 19.12,.2022

Hans Hendrik Mikkelsen