Harleywoodpaint
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hoydal: Føroyar skulu tala við einari rødd úteftir

Jóhann Lützen

Høgni Hoydal, uttanríkis- og vinnumálaráðharri, sigur, at tað fer at merkjast skjótt, at hann hevur yvirtikið tað málsøkið, fyrst á uttanríkispolitiska økinum, sigur hann og sipar til yvirtøku av loftrúminum. Hann sigur at tað er umráðandi, at tað ikki eru fleiri ymiskar røddir, ið tosa, men at tað er umráðandi, at vit tosa við einari rødd – og okkara egnu rødd.

Á vinnupolitiska økinum ætlar Høgni Hoydal at leggja nógv fyri á landbúnaðar-økinum, og eisini ætlar hann at bera so í bandi, at vinnufyritøkur fáa so javnar kappingartreytir sum gjørligt, óansæð hvar fyritøkurnar eru í landinum.

Sigur tú Høgni Hoydal, so sigur tú eisini loysing, og spurdur um, hvat vit fara at síggja á loysingarleið, er svarið í fyrstu atløgu omanfyrinevnda yvirtøkan av loftrúminum og harnæst nevnir Høgni vitaverkið og sjórætt, ið eisini skulu yvirtakast. Hoydal metir, at tað er sannlíkt at røkka teimum yvirtøkunum í hesum valskeiðnum, sum júst er byrjað.

Eisini fegnast Høgni Hoydal um, at ríkisveitingin nú minkar, hóast ríkisveitingin ikki fellur inn undir hansara málsøki. Tað verður tað størsta stigið á fullveldiskós síðani 2001, sigur Høgni Hoydal.

Tá komið verður inn á, at ongin verður at umboða Eysturoynna ella Norðoyggjar í nývalda Landsstýrinum hetta valskeiðið, sigur Høgni Hoydal at enda, at soleiðis fall telvingin nú einaferð út, og hann fegnast um, at ein norðoyingur/eysturoyingur hóast alt kemur á ting fyri sín flokk, Tjóðveldi. Her verður hugsað um Eirik í Jákupsstovu, ið nú verður fastur varamaður fyri Tjóðveldi á Løgtingi.

Harleyfacadeacryl