Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroya biskupur fingið boð um, at sammøður kunnu geva sínum børnum sítt eftirnavn

Umhvørvis- og innlendismálaráðið

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógar- og innlendismálum, hevur í dag givið leiðsluni í fólkakirkjuni boð um, at sammøður sum rættarlig foreldur kunnu geva sínum børnum sítt eftirnavn sambært navnalógini.

Landsstýrismaðurin tosaði fyrrapartin við Jógvan Fríðriksson, Føroya biskup, um málið, soleiðis at semja er um, hvussu kirkjubókaførandi myndugleikin skrásetir, tá ið mál um sammøður og eftirnøvn stinga seg upp.