frá kl. 17 til 18.15.
Løtan byrjar kortini longu kl. 16,30 við, orgultónleiki, eisini spæla tey ungu lættari løg og síðani verður klavertónleikur
Løtan hevur heitið ”Við árslok” har ætlanin er at leggja serligan dent á veruleikan at: ”Samkoman í Betesda er partur av trúboðanarverkinum” og ein løta at hugsavna seg um ”farna árið og tað komandi”!
Eftir instrumentaltónleikin sum byrjar longu kl. 16,30, har øll kunnu koma og ”bara” seta seg róliga, taka til umhugsannar farna árið og við vónum hyggja inn í komandi árið, byrjar felagssangurin kl. 17,00, við takkarsonginum ”Stór er tín trúfesti”!
Sámal Mikkelsen hevur nøkur orð um: ”Samkomuna og trúboðan”, 17 Sangarar fara at syngja nøkur løg í samband við ársskiftið og ”Hóskvøldsungdómurin” spælir eisini til onkrar felagssangir.
Umleið kl. 17,30 verður ein bønarløta í umleið 20 minuttir.
Síðani verður enda við einum kendum og nógv sungnum ”nýggjárssálmi”.
Ásbjørg Hjelm og Beinta Vang koma at byrja og enda løtuna og Elin Neshamar verður frásøgufólk.
Øll eru hjartaliga vælkomin til nýggjársaftanløtuna, sum er ætlað øllum aldrum – bæði ungum, hjúnum og fólki í miðalaldri og eldri.



