Utróðrarbaturin Brandur, sum rør út av Hvannasundi, hevur verið norður úr Fugloynni í dag við 42 stampum. Janus Sørensen, skipari, segði í telefonini fyri løtu síðani at teir nú eru á veg inn við gott og væl 10.000 pundum, harav umleið 3.000 pund eru toskur, restin er fyri tað mesta hýsa.
Tá eg spyrjið um tosk, sigur Janus, nei, eg haldi ikki at vit síggja nakað til at meira av toski er í veiðuni hjá okkum. Nú vit hava verið á útiróðri í nátt hevur friðarligt verið á grunninum í fleiri dagar, so 3.000 pund av toski kann ikki sigast vísa nakran vøkstur í nøgdini av toski í mun til heildarveiðuna.
Vit hava ætlanir um ein túr afturat í nátt, legði Janus Sørensen afturat.


