Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Rói M. Hentze er uppá tal í KÍ

Jákup Ósá

Rói M. Hentze váttar, at KÍ hevur áhuga í at fáa málverjan í sín hóp.

23 ára gamli Rói M. Hentze spældi í áleið eitt ár í B68 frá á sumri 2021. Síðani fekk hann ein skaða, sum gjørdi, at hann ikki spældi síðsta partin av 2022. Tað gjørdist eisini skjótt greitt, at hann helt ikki fram í B68. Men Rói verður klárur til kappingarbyrjan í 2023.

– Eg havi fingið boð um, at eg kann byrja at venja aftur frá hálvum januar, og eg vænti, at eg verði heilt klárur til kappingarbyrjan, sigur Rói M. Hentze.

Vit spyrja síðani, hvar Rói fer at spæla, men har sigur hann, at eingin avgerð er tikin enn. Tað eru fleiri feløg sum vísa honum áhuga. Tað hevur í eina tíð ljóðað, at KÍ hevur víst fyrrverandi U21-landsliðsmálverjanum áhuga og Rói váttar, at so er.

KÍ skal hava tveir nýggjar málverjar. Sum Norðlýsið skilir, so er sannlíkt at annar málverjin verður ein útlendingur, meðan Rói M. Hentze stendur ovast á listanum til hitt plássið.

Rói er sambært FaroeSoccer skrásettur fyri 54 dystir í bestu deildini fyri B68 og B36.

Harleyfacadeacryl