Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Fingu væl í nátt

Oliver Joensen

Brandur og Stakkavík hava verið á útiróðri í nátt. Stakkavík hevur 8.700 pund á søluni ímeðan Brandur hevur sløk 8.000 pund.

Vit tosaðu við Janus Sørensen á Brandi í morgun. Hann segði okkum at teir hava verið sunnanfyri í nátt við 40 stampum. ímillum jóla og nýggjár vóru teir eisini tveir túrar, tann fyrra tá teir avreiddu 28.12, skrivaðu vit um at teir seldu 10.000 pund. Um kvøldið 28. fóru teir aftur til útróðrar og fingu 11.000 pund sunnanfyri. Vit vóru eisini sunnanfyri í nátt í blika logn við 45 stampum og umleið á sama stað sum 29. Men í nátt var nógv minni av hýsu at fáa. Túrin 29. høvdu vit 3.600 pund av toski og tað høvdu vit eisini í dag, tó við 40 stampum, men munin minni av hýsu, segði Janus Sørensen skipari á Brandi í morgun.