Bakkafossur, nýggjasta skipið í føroyska skipaflotanum og eisini heimsins stórsti “alibátur” bleiv doyptur í dag. Tað var Annika Frederiksberg, systir Regin á Bakka, ið doypti skipið. í tí sambandi læs hon upp yrkingina niðanfyri. Dópurin gekk væl og champagnufløskan knústist fyrstu ferð hon varð tveitt ímóti skipssíðuni. At dópurin gongur væl, sigst boðað frá góðari eydnu.
Ein snotilig skúta við bryggjuna liggur,
so sjóblá og føgur – tú at henni hyggur.
Skal virka í vinnu og virðini nøra,
og saman við manning at landi tey føra.
Tú vónirnar birtir í okkara hjørtum,
at mennast skal landið mót tíðum so bjørtum.
Vit ynskja Guds signing teg uppi skal bera.
Bakkafossur, navn títt skal vera.









