Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Frá HB til KÍ

Jákup Ósá

Leikaraflyting í bestu kvinnudeildini.

Tá KÍ-kvinnurnar høvdu sína venjing í kvøld sást, at ein nýggur leikari var at síggja. 24 ára gamla Rebekka F. Benbakoura kenna vit best frá HB, har hon hevur spælt, men venjingin í kvøld bendi á, at tað verður í KÍ, at hon spælir í 2023.

Rebekka byrjaði aftur eftir drúgvan skaða í 2022. Sambært FaroeSoccer skoraði hon seks mál í 14 dystum. Hon spældi eisini fýra A-landsdystir. Árini 2017-2019 skoraði hon nógv mál fyri HB og tilsamans er hon skrásett fyri 43 mál í 84 dystum í bestu deildini.

Harleywoodpaint