Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Okkara: Business as usual

Jóhann Lützen

Allir tangar eru fullir, og tað væl umtøkta Várbryggið er skjótt klárt, siga Atli Mikkelsen og Einar Waag

Tað hava verðið fleiri óváttaðar søgur um Okkara í pressuni seinastu dagarnar, vit hava hesa frágreiðing:

Í juni 2020 keyptu vit bryggjaríið Okkara , og hildu at vit kundu fáa virkið sum hevði givið undirskot í meir enn 10 ár at mala runt.

Í december  2022 fingu vit ein óheftan ráðgeva at hyggja eftir roknskapartølunum, og hann segði stong beint nú. Nú í januar søgdu vit nevndina og teim 5 starvsfólkunum í føstum starvi upp. 2 av teimum leiðandi starvsfólkunum hava langa uppsagnartíð, og hava játtað at koyra virkið víðari fyribils.

Allir tangar eru fullir, og tað væl umtøkta Várbryggið er skjótt klárt. Tað merkir at fyribils er tað “ business as usual”, og Okkara vørur eru at fáa í Rúsuni og á vanligu støðunum.

Vit meta at “Brandi” Okkara er vert at varðveita, men tað verður neyðugt í framtíðini at tillaga framleiðsluna.

 

Atli Mikkelsen & Einar Waag