Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkatalið veksur í Hvannasunds kommunu

Jóhann Lützen

Sambært nýggjastu tølunum hjá Hagstovu Føroya er Hvannasunds Kommuna millum tær 18 kommunurnar í landinum, har fólkatalið vaks frá desember 2021 til desember 2022.

Talan er um ein vøkstur á 1,2% yvir 1 ár. Vit í Hvannasunds kommunu fegnast um hendan vøksturin, men kunnu eisini staðfesta, at nýggjastu tølini vísa, at fólkatalið í Hvannasunds kommunu fyrst í januar er enn hægri, 428 íbúgvar ímun til 421 í desember 2022.

Barnaansingin í kommununi er frí og kommunan hevur barnahús við vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla, dagførdum skúla og nøkur tøk grundstykkir. Harafturat verður í næstum farið undir útstykkingina undir Gerðhamri.