Tað varð annars dúgliga róð fram undir, at Samherji og/ella okkurt av teirra dótturfeløgum skuldi havt gjørt eitthvørt revsivert árini 2012-2018, og tí hevur skattavaldið í Íslandi gjølla kannað raksturin hjá feløgunum. Men onki var at koma eftir.
Eftir at hava rannsakað raksturin hjá Samherja og tess dótturfeløgum árini 2012 til 2018 er skattavaldið komið til ta niðurstøðu, at onki revsivert er farið fram. Av tí sama heldur íslendska skattavaldið nú uppat við at kanna Samherja og leiðsluna har.
Kelda Kringvarp Føroya.



