Stjørnan kom væl frá byrjan í heimadystinum í dag ímóti Neistanum. Tá 10 minuttir vóru leiktir, var Stjørnan á odda 7-3, men eftir hetta fótaði Neistin sær, og fekk støðugt minkað um leiðsluna hjá Stjørnuni. Tá 25 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki, javnaði Neistin til 11-11, og tá farið varð til hálvleiks, var støðan 15-13 til Neistan.
Stjørnan fekk eina ringa byrjan uppá seinna hálvleik, tá seinni hálvleikur var 8 minuttir gamal, hevði Neistin økt um leiðsluna til 22-14, og hesin munurin helt sær til hálvleikurin var gott og væl hálvrunnin. Men so byrjaði at ganga betur hjá Stjørnuni, og fingu tær støðugt minkað leiðsluna hjá Neistanum, og tá 3 minuttir vóru eftir at leika, var leiðslan hjá Neistanum minkað til tvey mál, støðan var tá 28-26 til Neistan, og rættiligur spenningur var komin í dystin. Men nærri kom Stjørnan ikki, og dysturin endaði við einum 30-27 sigri til Neistan.
Tað sum serliga kostaði hjá Stjørnuni vóru allir misnýttu uppløgdu málmøguleikarnir. Í mun til seinasta dysti ímóti EB, tá vit skrivaðu, at verjan ikki var nóg ”gramm” og avgjørd, so var hesin parturin nógv betur í dag, men tað sær út sum, í løtum fer konsetratiónin í verjuparitnum, og tað kostar. Men hetta er nakað arbeiðsat kann uppá.
Málini hjá Stjørnuni skutu: Mina S. Hendriksen 9, Jancy Jacobsen 4, Sonja S. á Bergi 4, Julia Nalvika 3, Durita L. Johansen 2, Tóra Eliasen 2, Malene Madsen 2 og Anna Jacobsen 2.



