Her skulu teir skjóta ein tarv í túninum á Trøllanesi, sum kanska hevur verið illur í sær, men tað veit eg ikki við vissu. Niðastur stendur Pól við byrsuni, og beiggi hansara Mikkjal í Innistovu stendur ovari.
Tað eru nógvar søgur um Óla abba í Uppistovu á Nesi, og helst eru fleiri smíðaðar upp á “nakkan av honum” og lítið eftirfarandi. Tann eina søgan er um, tá teir skuldu skjóta ein tarv í Mikladali, sum hevði verið ein rættiligur mannúlvur. Abbi var staddur í Mikladali um hesa tíðina.
Nógv fólk var komið saman at hyggja, tá teir fyrireikaðu seg at skjóta tarvin, men abbi hevur ikki verið heilt tryggur við støðuna, so hann skuldi halda seg rættiliga aftarlaga millum fólkið. Men so einaferð er tarvurin skotin og deyður. Tá skuldi abbi traðka fram og segði hart: “Farið tit nú og fái tykkum drekka, nú skal eg hava við tarvin at gera”
Ein mynd hjá Jóhan Purkhús, sála.



