Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tá kvinnur eisini royktu sigar

Jákup Andreasen

Hetta er Jóhanna Katrina Jacobsen, sum var ættað úr Innistovu í Hattarvík, og sum búði niðanfyri Garðavegin nakað heimanfyri Garðabúðina í mínum skúlaárum. Myndin er tikin í heiminum hjá henni og Hans Mikal helst onkuntíð í 1950 unum. Tey keyptu húsini á Gørðum frá Magnus Fuglø, tá hann flutti til Grønlands.

Hans Mikal var føddur í 1901 og ættaður av Kirkju. Hann var lærari, og eitt stutt skifti avloysti hann Petur Mohr Dam sum lærari á Tvøroyri. Hann var eisini lærari í Svínoy og Fugloy og eisini aðrastaðni. Í 1939 noyddi sjúka hann at gevast sum lærari, og eftir 1952 fluttu tey til Klaksvíkar at búgva. Hans Mikal doyði í 1960, so hann kann eg ikki minnast.

Jóhanna Katrina dugdi annað enn at roykja sigar, og m.a. segðist hon duga sera væl at binda. Hon doyði í 1997. Hjúnini fingu sonin Jákup, sum er føddur í 1945. Í 1996 keypti hann sær hús norðuri á Kósini, og nøkur ár seinni seldi hann húsini hjá foreldrunum á Gørðum.

So vítt og veit bygdu ella áttu Hans Mikal og Anna Katrina húsini úti á Kirkju, sum ídag eita “Kálalon”, tá tey búðu har úti. Har rekur Amalia í Frammistovu nú matstovu og gisting um sumrini. Næstsíðsta summar vitjaðu eg og Hans Paula Purkhús har úti í tveir dagar, og har var ein óførur blíðskapur.

Tað búðu nógv fitt fólk við Garðavegin í mínum uppvøkstri, sum eg minnist við gleði. Summi teirra fóru javnan á gátt hjá hvørjum øðrum.

Myndina tók Jóhan Purkhús sáli.