Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Uppskot um at uppraðfesta kavaruddingina

Tíðindaskriv

Bæði í fjør og við byrjanina av hesum árinum er nógvur kavi komin niður, og hevur hetta tarnað borgarum og vinnulívi í teirra dagliga virksemi.

Okkara dugnaligu og røsku arbeiðsfólk úti á vegnum hava verið ótroyttilig í royndini at grava og salta tað, tey kunnu. Langir dagar og at arbeiða undir slítandi umstøðum ger tað ómøguligt hjá somu fáu arbeiðsfólkum at røkja kavaruddingina út í hvønn krók í kommununi.

Tí mælir minnilutin til, at kavaruddingin verður endurskoðað, og neyðugu raðfestingarnar verða gjørdar, so fólk og vinnulív fáa betri umstøður at virka framyvir.

Í endurskoðanini eigur millum annað hetta at vera tikið við:

– Ruddast má soleiðis, at bussarnir fyrst og fremst sleppa at koyra, so flest allir borgarar – herímillum skúlabørn og eldri – kunnu koma trygt aftur og fram

– At upplæra fleiri starvsfólk, sum kunnu vera við í kavaruddingartoyminum – At fáa røttu maskinur til vega – bæði til vegir og gongubreytir

– At kanna eftir, um onnur arbeiðsfólk, sum ikki arbeiða dagliga hjá kommununi, kunnu vera við í arbeiðinum at rudda, tá ið tað er átrokandi

Sjálvandi eru tað eisini onnur viðurskifti, ið skulu vera við í endurskoðanini, so sum hvílitíð og útgerð v.m.

Vónandi kann hetta takast upp skjótast gjørligt, so vit ikki aftur enda í líknandi støðu seinni í ár.

 

Jógvan Skorheim             Signhild V. Johannesen            Tummas Lervig