Vørn skrivaði leygardagin, at Fuglberg hevði maskintrupulleikar og mátti sleipast til lands. Brimil sleipaði Fuglberg til Klaksvíkar seinnapartin leygardagin.
Fuglberg og Skoraberg hava lagt veiðuna upp á Kósini og høvdu tilsamans 190.000 pund. Størsti parturin er upsi. Teir byrjaðu at fiska 14. januar og hava roynt eystanfyri.


