Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Silva Cup í vikuskiftinum

Jóhann Lützen

98 lið eru meldaði til Silva Cup, sum byrjar fríggjakvøldi og heldur á til sunnudagin

Flogbóltskapping fyri yngri deildir er í Klaksvík um vikuskifti. Norðoya Sparikassi er høvuðsstuðul hjá Mjølnir og tískil kallast kappingin Silva Cup.

Gentur 19 og Mansunglingar leggja til brots longu fríggjakvøldi. Leygardagurin er tann stóri dagurin, har tey flestu liðini leika og sunnudagin enda Gentur og Dreingir 16 Silva Cup. 

Silva Cup verður fyriskipað í bæði KÍ-høllini og Badmintonhøllini.