Harley
Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein rúgva av skaðum

Jóhann Lützen

sigur Finn Hansen, men tíbetur eru flestu teirra smærri skaðar

Vit ringdu til Finn Hansen, sløkkiliðsleiðara at frætta hvussu tað hevur verið í nátt, nú vindurin hevur leika í. Teir frá sløkkiliðnum hava verið uppi í alla nátt.

– Tað er ein rúgva av skaðum, men tíbetur ikki nakað ógvusligt. Fjós, sethús og virkisbygningar hava fingið skaða. 

Finn Hansen er annars fegin um at fólk rudda so væl kring húsini. 

– Tað positiva er at fólk rudda so væl, tað er heilt sikkurt við at skaðarnir fækkast.