Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Frits Johannesen í gamla Seglhúsinum

Tekst og mydir: Dávur Winther

Torradagarnir byrja tíðliga í ár! Týsdagin 14. februar 2023 letur upp listaframsýning í gamla Seglhúsinum við Frits Johannesen.

Fernisering verður týsdagin 14. februar kl. 16:00 og fer Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag at røða.

Torradagarnir, sum henda listaframsýning er partur av, byrja mánadagin 20. februar og hada fram til leygardagin 25. februar við drúgvari skrá.

Frits er hin glaði og litríki listamaðurin úr Fuglafirði – Hann er tað, tey kalla fjøllistamaður. Frits teknar, málar, yrkir, ger løg, skipar fyri kórsangi, kórstevnum, listaframsýningum og so málar hann við orðum og savnar orð og heiti – kann hava djúpar og áhugaverdar hugleiðingar, kryddaðar við skemti um tað, sum fyriferst í nærumhvørvinum.

Alsk hevur Frits til so nógv, eisini seyð og hevur verið røktingarmaður í Góðadali, sum honum dámdi væl. Frits hevði veðrar, sum hann hevði samrøður við og talur fyri. Ein æt Gorbatjov og ein annar, Dalai Lama. So sjálvt seyðurin merkir rúmligleikan hjá Frits, ið røkkur væl niðan um garðarnar.

Frits er lítillátin – honum nýtist ikki at reypa, hann kann so nógv – fjølgávaður, sum hann er. Altíð hugnaligur at vera saman við og hevur nógv uppá hjartað, hugsar so vítt og breitt, sum sæst aftur í hansara fjálgu málningum, ið nú koma at hanga í gamla Seglhúsinum og á Torradøgunum – februar út.

Hjartaliga vælkomin!

Týsdagin 14. februar 2023 – kl. 16.00

Gamla Seglhúsið

Frits Johannesen – listaframsýning