Hevur tú fingið við, at tað eru fleiri og fleiri arbeiðspláss, sum velja at skipa seg við 4-daga arbeiðsviku? Heldur tú, at hetta ljóðar lokkandi ella, tvørturímóti, utopiskt?
Hevur tú sett tær sjálvari/um spurningar sum eitt nú
– Hvussu skipa arbeiðsplássini 4-daga arbeiðsviku?
– Er neyðugt at seta fleiri fólk?
– Hvussu við øllum uppgávunum, sum ikki vera loystar?
– Fara starvsfólkini niður í løn ella hvussu verður tað fíggja?
– Hvussu umgangast vit, at gerast meiri strongd?
– Vit mangla longu starvsfólk, hvussu vil tað ávirka?
– Er hetta bert fyri ávísar vinnugreinar?
– Hvussu við byggivinnuni, fiskivinnuni, tænastuvinnuni, eldraøkinum, heilsuøkinum?
So kom við á Leiðaradagin 2023!
Á Leiðaradegnum, ið verður á Hotel Føroyum 17. mars 2023, fer Pernille Garde Abildgaard – ein av fremstu serfrøðingunum innan økið – at geva tær eitt innlit og yvirlit yvir, hví 4-daga arbeiðsvika er nakað, sum nógv tosa um nú og hví tú, sum leiðari, eigur at kanna fyribrigdi nærri.
Kanska hevur tú hug at stinga høvdi í jørðina og vóna, at hetta bara er eitt rák, sum fer burtur um eina tíð. Men hvat um tað er eitt rák, sum bara vindur uppá seg? Tá kanst tú rokna við, at tú framyvir noyðist at kappast enn meiri um starvsfólkini, enn tú gert nú.
Kom við á Leiðaradagin og fá innlit í
- avbjóðingar við 4-daga arbeiðsviku
- dømir frá fleiri vinnugreinum
- hvussu tað verður fíggja
- um starvsfólkini mugu arbeiða longri hinar dagarnar
- o.m.a.
Harumframt fer Abildgaard at nema við, hvørjar effektiviseringsháttir eru og um hvussu tú sleppur undan, at starvsfólkini bara gerast meiri strongd.
Les alt um Leiðaradagin her >>



