Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Gongst sera illa at fara úr Russlandi

Jóhann Lützen

Ein nýggj kanning vísir, at færri enn 10. hvør fyritøka í G7-londunum og ES-londunum, sum hevur virksemi í Russlandi, er farin úr Russlandi. Hetta skrivar Børsen.

 

Simon Evenett og Niccolò Pisani, báðir professarar í búskaparfrøði við St. Gallen-universitetið í Schweiz, hava gjørt kanningina, og hon sigur, at í apríl 2022 vóru 2.405 virknar dótturfyritøkur í Russlandi, sum 1.404 fyritøkur í G7 og ES eiga. Í november 2022 vóru einans 8,5% av teimum farnar úr Russlandi.

Yale School of Management vísir á, at út av 1.535 vesturlendskum og asiatiskum fyritøkum (taldar undir einum) eru 33,5% farnar úr Russlandi. Og Kyiv School of Economics sigur, at tilsamans 6% av øllum útlendskum fyritøkum í Russlandi eru givnar í Russlandi.

So sama hvønn mátistokk man brúkar – europeiskar, asiatiskar, G7-, ES- ella fyritøkur globalt – teknar sama mynd seg. Nógv tær flestu útlendsku fyritøkurnar, sum vóru í Russlandi áðrenn kríggið ímóti Ukraina byrjaði, eru har framvegis.

Børsen skrivar eisini, at danska Carlsberg er ein fyritøka, ið kempar fyri at fara úr Russlandi, men sum tað gongst striltið fyri.