Í 2024 verður Atlantic Fair vinnustevnan aftur í Klaksvik. Í dag hittust Áki í Skemmuni, stjóri á Atlantic Fair, og Karl H. Johansen, borgarstjóri, har teir skrivaðu undir sáttmála.
Hetta verður sostatt sjeyndu fer at Føroya stórsta vinnustevna verður á skrá í Klaksvík. Áki í Skemmuni, stjóri, sigur, at umstøðurnar í Klaksvík at hava slíkar vinnu- og sølu stevnur eru sera góðar. Eftirspurningurin frá framsýnarum at er sera stórur og stevnan hevur eisini verið væl vitjað øll árini, sigur Áki.
Karl Johansen, borgarstjóri, fegnast um, at Klaksvíkar kommuna aftur verður vertur fyri Atlantic Fair.
– Tað hevur stóran týdning, at kommunan áhaldandi arbeiðir við at skapar góðar karmar til vinnulívið, soleiðis at fyritøkur í kommununi kunnu samstarva og netverka við veitarar og kundar.
Atlantic Fair verður í døgunum 28. – 30. mai 2024.



