Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Katlarnir og Tingstaðurin í Vági

Dávur Winther

Hans Andrias Sølvará fer á Torradøgunum í Klaksvík at hava fyrilestur um gamla tingstaðin í Norðoyggjum.

Úr Torraskránni:

Hann sigur betri veður seinnapartin, so hildið verður fast við skránna

Umframt løgtingið í Havn hava tingstaðir eisini verið í teimum ymisku sýslunum kring oyggjarnar. Í Norðoyggjum sigur søgan, at forni tingstaður Norðoyinga var í Køtlum, omanfyri Árnafjørð, meðan tingstaðurin seinni varð fluttur oman í Vág í núverandi Klaksvík.

Í fyrilestrinum fer Hans Andrias, Ph.d., dekanur og professari í søgu, at siga frá nakað av tí, sum vit halda okkum vita um tingstaðin í Norðoyggjum – hvussu hann varð skipaður, hvørjar uppgávurnar vóru umframt tann leiklut, lokalu tingini høvdu í samlaðu tingskipan føroyinga.

Av skrivaðum skjalatilfari er einki til um tingstaðin í Køtlum, meðan samtíðarskjøl vita meira at upplýsa um tað, sum hevur verið viðgjørt á tingstaðnum í Vági.

Í fyrilestrinum verður komið inn á keldurnar til tingstað norðoyinga, og onkur dømi verða tikin úr teimum um dómar – eisini deyðadómar – og mál í sambandi við norðoyingar og Norðoyggjar, ið hava verið viðgjørd.

Fyrilesturin verður á Klaksvíkar Bókasavni mánadagin 20. februar klokkan 17.00.

Les meir úr skránni HER

Klaksvíkar Bókasavn

Mánadagin 20. februar

Klokkan 17.00.