Tað vóru áhugaverd innsløg bæði frá politikarum og ymiskum aktørum, ið á ein ella annan hátt hava eina meinging um tilfeingisvinnuna.
EVNI-I – Russiska sambandið
24. februar er eitt ár liðið síðani russisku innrásina í Ukraina. Føroyar hava framvegis fiskiveiðiavtalu við Russland, umframt avmarkað handilssamstarv. Samgongan hevur sett sær fyri at greina spurningin um framtíðar samstarv, fyri síðani at taka støðu til tað.
Høvuðsspurningar:
-Skulu Føroyar siga upp sáttmálan við Russland?
-Hvørji atlit eiga at vera við, tá framtíðar samstarv við Russland skal greinast?
-Hvat er alternativið hjá verandi Barentshavsflota?
Luttakarar:
Bjarni Hammer, formaður í Uttanlandsnevndini hjá løgtingium (umboðandi samgonguna)
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinu, fyrrverand landsstýrismaður í uttanríkismálum
Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum
Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur
EVNI-II – Føroyabanki letur upp
Um dagarnar svaraði Dennis Holm einum §52 fyrispurningi, har hann tók samanum fiskiskapin á FB í fjør, har línuskip í bólki-3 og útróðrarbátar í bólki-5 avreiddu veiðu av Føroya Banka fyri umleið 60 mió krónur (enn er ikki alt uppgjørt). Landsstýrismaðurin endar sítt svar við at siga, at ”skipanin á Føroyabanka í 2022 verður eftirmett, áðrenn endalig støða verður tikin til, hvat verður gjørt í 2023.”
Spurningar:
-Hvussu riggaði royndin á Føroya Banka í fjør?
-Hvat kundi verðið gjørt øðrvísi?
-Fekk føroyska samfelagið nóg mikið burturúr hesum fiskiskapi?
-Hvat potentiali er í uppafturtikna fiskiskapinum á Føroya Banka?
Luttakarar:
Dennis Holm, landstýrismaður í fiskivinnumálum
Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum
Eilif Gaard, Havstovan
Gutti Winther, kokkur
EVNI-III – Tilfeingisinntøkurnar skulu endurskoðast
Í samgonguskjalinum stendur soleiðis um inntøkurnar frá fiski- & alivinnuni: ”Ein munandi, men rímiligur partur av tí serstaka vinninginum – tilfeingisrentuni – sum vinnulig serrættindi kunnu hava við sær, falla til landið. Hetta skal vera við til at tryggja búskapin, lækka lønarskattin og javnseta kappingartreytirnar hjá allari vinnuni. Búskapargrunnurin verður amboðið til at javna sveiggini í inntøkum frá tilfeingisvinnum og búskapinum sum heild. Tilfeingisgjøldini hjá uppsjóvarvinnuni og flotanum í Barentshavinum verða endurskoðað. Sama verður tøkugjaldið, sum alivinnan rindar fyri brúksrættin til firðirnar, og kommunurnar fáa lut í hesum gjaldi. Tilfeingisgjøldini verða sett við atliti at inntøku og framleiðslukostnaði hjá vinnuni.”
Spurningar:
-Hvat er ein ”munandi, men rímiligur partur av tilfeingisrentuni”?
-Hvussu skulu tilfeingisgjøld & tøkugjald endurskoðast?
-Hvussu skal býtislykilin vera, tá kommunurnar skulu fáa lut í tøkugjaldinum frá alivinnuni?
Luttakarar:
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Bárður Nielsen, formaður í Sambandslokkinum
Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur
Ragnar Joensen, nevndarformaður í Nordic Aqua Partners
Eitt gevandi og umráðandi kjak, sum fekk vent fleiri steinum


































































