Fleiri tiltøk á Torradøgunum eru í Smæruni. Men oftani verður spurt, hvar Smæran er?
Adressan er Kjalarvegur 48
Smæran er í Kjallaranum á Sambýlinum á Heygnum – Har sum eisini Ven og Virka er í somu inngongd – Norðureftir til Ven og Virka og suðureftir til Smæruna.
Í dag hevur Jóna Skorheim hugleiðingar um barnaár á Trøllanesi í Smæruni
Í morgin hevur Helgi Jacobsen hugleiðingar um Skálanes hjá Dávur úr Gerðum, sum í síni tíð var fyrsta føroyska skipið, ið hevði frystarí umborð.
Eisini verður spurt hvar gamla Miðhøllin á Skúlatrøð er – Tað er har, sum Ósáskúlin stóð í síni tíð!
Torleif Johannesen er í gomlu Miðhøllini í kvøld við framløgu um Sjómanskvinnuringarnar í kvøld kl. 20.
Í annaðkvøld kl 19.30 er eitt stórt tiltak um Føroyingahavnina í Grønlandi – í gomlu Miðhællini.
Leygardagin seinnapartin kl. 16.00 Gamla Miðhøllin á Skúlatrøð – Lívið umborð – við Anniku S. Biskopstø og Annbjørg Abrahamsen.
Annika greiðir frá kanningum – Hvussu sjómenn trívast umborð, hvussu skiftið er millum heimalívið og sjólívið – Annbjørg hevur framløgu, sum byggir á innsavning av dátum umborð á føroyskum línu skipum, garnaskipum og smærri trolbátum (4T). Hugt verður at ávirkanini av rulli, larmi, veðri, vaktarskipanum og svøvni – Okkurt tíður uppá, at minni svøvnur skapar fleiri vandastøður, eins og trivnaðurin fellur.
Góða eydnu!











